Vit bjóða

Fiskitúrur

Longdin er 4 tímar, kann tó eftir avtalu broytast til styttri ella longri túrar. Fráferðin er úr Havn, ella eftir aðrari avtalu.

Fiskútgerð er við í prísinum og The / kaffi er íroknað.

Møgulleiki er, at keypa matpakkar við til túrin, hetta er eftir avtalu 24 tímar framanundan.

Rannsóknarferð

Longdin er 4 tímar, kann tó eftir avtalu broytast til styttri ella longri túrar. Fráferðin er úr Tórshavn, ella eftir aðari avtalu.

Te/kaffi er við í prísinum. Møgulleiki er, at keypa matpakkar við til túrin, hetta er eftir avtalu 24 tímar framanundan.

Túrar : Fráferð úr Tórshavn, vestur um Hestoynna, Koltur og eystursíðuna av Nólsoynni. Ferðandi sleppa í land á eini av hesu oynnum og ganga sær ein túr.

Møgulleiki er fyri at leiga bátin til aðrar túrar/útferðir eftir ynski, til dømis. Fiskitúrar á øðrum økjum og útferðir eftir ynski

Leiga bátin

Kom við á ein túr við einum royndum skipara. Vit kunnu sigla til flestu støð í Føroyum. 

Við skjóttgangandi báti okkara kunnu vit skipa fyri túrum kring alt Føroya land. Báturin kann røkka flest øll støð í Føroyum eftir 1-2 tímum. Til ber eisini at gista nátt umborð á bátinum, pláss er fyri 4 sovandi, vesi/baðirúm er umborð.

Hevur tú fyri spurningar um hvørjir møguleikarnir eru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum um.